Sigursmál kom í seinastu løtu

Tvøramenn hava fingið fulla úrtøku, nú tvey umfør eru farin av landskappingini í 2. deild. Í fyrsta umfari vann TB ein sannførandi 6-2 sigur á B71 á Sevmýri, men leygardagin stóð nógv á, tá ið aldursforestin í føroyskum ítrótti var á vitjan hjá B36 í Gundadali.
Gestirnir fingu eisini bestu byrjanina upp á dystin, og teir løgdu seg á odda í fyrra halvleiki við einum máli, sum Hallur Christiansen skeyt. Hendan støðan helt sær eisini leingi, men so hvørt sum dysturin leið, gjørdist heimaliðið eisini vandamiklari. Hetta gav úrslit stutt fyri tíð, tá ið tað eydnaðist Halgir Arge at javna fyri B36. Gleðin var tó stokkut, tí í seinastu løtu eydnaðist tað tvøramonnum at bjarga sær øll trý stigini, tá ið Bárður Dimon skoraði sigursmálið til 2-1. Við sigrinumhevur TB nú seks fyri tveir dystir, og liggja teir ájavnt við vágamenn í oddinum av næstbestu fótbóltsdeildini. Havast skal eisini í huga, at landsliðsskiparin Óli Johannsen enn ikki er tøkur hjá TB, men tá ið hann verður við aftur um fáar vikur, verður liðið óivað eitt vet sterkari, so tað sær ikki so galið út hjá tvøramonnum.
tn

B36-TB 1-2 (0-1)

0-1 Hallur Christiansen
1-1 Halgir Arge
1-2 Bárður Dimon