Sigursrøðin hjá B36 heldur fram

B36 var í einum flokki fyri seg, tá oddaliðið við einum greiðum sigri sendi eitt heldur veingjaskert GÍ-lið heimaftur við ongum. Boðskapurin frá B36 er nú greiður, at teir ætla sær at vinna meistaraheitið

Sætti sigurin á rað kom í hús hjá B36 sunnudagin. GÍ hevði ógvuliga lítið at bjóða uppá, men B36 gjørdi uppgávuna torførari enn neyðugt var, tí leingi var tað bert 2-0, og tá kundi GÍ allatíðina onkursvegna ota seg innaftur í dystin.
Tey flestu minnast nevniliga, tá GÍ spældi ímóti HB í Gundadali. HB var frammanfyri 2-0, hevði alt spælið og stórar málmøguleikar, men GÍ megnaði tó at javna til 2-2 móti endaum.
B36 legði út sum eitt óløgi, og tá stadionurið vísti trettan minuttir vóru vertirnir frammanfyri 2-0. Bæði málini sett í kassan av tí nýgifta Heðini á Lakjuni, sum ikki tóktist nervaður av brúdleypinum kvøldið fyri.
Fyrra málið kom eftir bert fimm minuttir. Tað var John Petersen, sum legði innfyri til Heðin, ið var hægstur og fekk skallað í netið. Hetta var tann triðja vandamikla royndin hjá B36, ið setti hart trýst á GÍ-málið frá byrjan.
Seinna málið legði Heini í Skorini upp til. Tað var Heðin á Lakjuni, sum sendi Heina avstað í høgru, og rann so sjálvur inn í brotsteigin. Innleggið frá Heina fór uppum málverjan Jacek, og har stóð Heðin inni í málteiginum og hevði lætt við at økja um leiðsluna.

Saknur í Bartali
Tað sást týðuliga, at stórur saknur var í Bartali Eliasen, ið sat á beinkinum, eftir at hann júst var heimkomin av oyggjaleikunum, har hann hevði spælt flogbólt. Eisini sótu teir vanligu miðvallarleikararnir Súni Olsen og Zdzislaw Janik uttanfyri. GÍ hevur ikki serliga breiðan hóp við nógvum ungum leikarum, og tí er torført at klára seg uttan teir royndu leikararnar.
Bartal varð tó settur inn longu eftir 24 minuttir. Ikki í verjuna har hann er vanur at spæla, men í álopið.
Tróndur Vatnhamar í B36-málinum hevði als einki at gera fyri steðgin, og hann mundi kenna seg kaldan og einsamallan í niðara málinum.
B36 kundi væl havt økt um leiðsluna høvdu teir verið meira nærlagdir frammanfyri málinum. Eitt nú hevði John Petersen ein risastóran málmøguleika, har hann bert skuldi seta fótin á bóltin inni í málteiginum, men rakti onkursvegna ikki bóltin.

Brent brotsspark
Stutt inn í seinna hálvleik fekk heimaliðið brotsspark, og áskoðararnir kravdu, at Heðin á Lakjuni skuldi skjóta. Tey skuldu kanska heldur latið John Petersen tikið sær av tí, tí Heðin sendi við síðuna av málinum.
Eftir hetta ressaðist GÍ-liðið nakað, og B36 dovnaði burtur. GÍ fekk nógv hornaspørk, sum vórðu send í høvdið á Bartali Eliasen, men inn vildi bólturin ikki. Tað lá í luftini, at GÍ møguliga fór at geva B36 skarpan gang, hóast heimaliðið hevði verið í einum flokki fyri seg allan dystin.
Bartal Eliasen fekk eisini tann møguleikan, sum gøtumenn bíðaðu eftir, tá tíggju minuttir vóru eftir. Magnus Skoralíð sendi innfyri úr vinstru, og Bartal Eliasen gjørdist blankur við Tróndi Vatnhamar. Bartal skeyt tó beint í beinini á Tróndi, sum var komin út ímóti.
Um Bartal hevði minkað um munin, sum hann burdi, hevði GÍ óivað lagt trýst á B36 seinastu løtuna, og hvør veit, um ikki GÍ-ararnir høvdu kunnað bjargað sær tað eina stigið frá hesum dystinum, eins og teir gjørdu ímóti HB.
Stutt frammanundan hevði Pól Thorsteinsson eisini ruddað burtur á strikuni eftir hornaspark, so tað brendi eitt sindur á B36-málið ta einu løtuna.

Jákup leggur lok á
Men B36 reið stormin av, og fimm minuttir fyri leiklok beindi Jákup á Borg allan iva til viks. Hann fekk eina sending frá Heðini á Lakjuni, tamdi bóltin og staddur nakað til vinstru í brotsteiginum langaði hann so til við vinstra beinið til 3-0.
John Petersen slapp eisini á máltalvuna tríggjar minuttir seinni. Jákup á Borg og Allan Mørkøre spældu 1-2 kombinatión í høgru, og Allan slapp aftur til baklinjuna og sendi innfyri. Bólturin fór framvið øllum, men John Petersen stóð við handaru stong og smekkaði til úr spískum til 4-0.
Ein fult uppiborin sigur til B36, men tað kundi lættliga verið øðrvísi, og gøtumenn iðra seg óivað um tann brenda málmøguleikan hjá Bartali Eliasen.
B36-sigursrøðin heldur fram, og mikukvøldið er tað VB, sum kemur á vitjan, og havnarliðið er stórfavorittur at vinna sín sjeynda sigur á rað ímóti botnliðnum úr Vági.

B36-GÍ 4-0 (2-0)
1-0: Heðin á Lakjuni, 5.
2-0: Heðin á Lakjuni, 13.
3-0: Jákup á Borg, 85.
4-0: John Petersen, 88.

B36: Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre, Rúni Elttør, Pól Thorsteinsson, Kenneth Jacobsen - Heini í Skorini (Fróði Clementsen, 81.), Klæmint Matras, Jens Kr. Hansen (Bergur Midjord, 89.), Jákup á Borg - Heðin á Lakjuni (Sverrir Kjærbo, 86.), John Petersen
GÍ: Jacek Przybylski - Poul Ennigarð, Áslakkur Petersen, Leivur Hansen, Jónreid Dalheim - Hans Pauli Petersen (Páll Rói Poulsen, 59.), Høgni Madsen, Símun Louis Jacobsen (Magnus Skoralíð, 31.), Bárður á Lakjuni - Símun Samuelsen (Bartal Eliasen, 24.) Krzystof Popczynski