Sigursrøðin steðgað

Í NSÍ leguni var lagið einki serligt eftir tapið

Semja var um, at hetta hevði verið eitt tað lakasta ella rættari tað lakasta avrikið av øllum higartil í hesum árinum.

NSÍ hevði undan fríggjakvøldið spælt seks ferðir uttan at tapa. Fýra sigrar og tveir javnleikir hevur úrslitið verið.

Jónas Þór Næs sást einki til fríggjakvøldið. Hann verður við hóskvøldið, tá ið HB kemur at vitja. Hugburðurin hjá honum er altíð framúr, og tí verður hann kærkomin. Um Karoly Potemkin verður millum teir fyrstu ellivu fer tíðin at vísa. Avrikið fríggjakvøldið bar ikki boð um, at hann eigur sjálvskrivað pláss.