Telefonirnar kimaðu í miðlahúsinum á Argjum mánadagin seinnapart og týsdagin fyrrapart, tá tað frættist í danska fjølmiðlaheiminum um stjørnuna í FC Keypmannahavn, Michael Silberbauer, og hansara rúsdrekkakoyring mikukvøldið í Tórshavn.
Ekstrablaðið endurgevir í dag Sosialin á forsíðuni, Tipsblaðið er farið undir at viðgerða málið og møguligar avleiðingar fyri Silberbauer, á FCK-heimasíðuni verður dúgliga kjakast um Silberbauer og hendingina, portalurin mánadagin seinnapart bar boð um, og TV3 hevur eisini sett seg í samband við Sosialin um hendingina í Havnini.
Framvegis er einki váttað frá FC Keypmannahavn ella føroysku løgregluni, og ákærarnir á fútaskrivstovuni í Havn hava einki hoyrt um málið. Tí er tað framvegis ein opin spurningur og ein óváttað søga, at Silberbauer varð tikin av løgregluni við ov høgari promillu.
Kúrr FCK-leiðsla
Bæði TV3 og Tipsblaðið hava sett seg í samband við Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóra í FC Keypmannahavn, men hann sigur framvegis, at søgan ikki er sonn, eins og hann gjørdi við Sosialin mánamorgunin, eftir at hann hevði tosað við kroysta høvuðspersónin sjálvan.
Annars siga danskir tíðindamenn frá TV3 og Tipsblaðnum við Sosialin, at FCK-leiðslan heldur lágan profil og er kúrr, og svarini frá leiðsluni eru sera avmarkað og stutt, hóast teir halda fast um, at Silberbauer ikki er tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Rætting
Í týsdagssosialinum og á portalinum mánadagin varð sagt, at ein blóðroynd varð gjørd av Silberbauer (um tað nú er hann) mikukvøldið, tá hann varð tikin í Havnini, og at royndin staðfesti ov nógv alkohol.
Hetta er ikki rætt. Mannagongdin er nevniliga hon, at viðkomandi fyst skal blása í eitt alkometur, og um henda royndin vísir ov høga promillu, verður viðkomandi tikin á støðina, og har tekur lækni eina blóðroynd, sum verður send til Retskemisk Institut í Keypmannahavn. Úrslitið av hesi royndini kemur umleið tvær vikur seinni aftur til Føroya, og ikki fyrrenn tá fyriliggur nakað svar. Í tíðindunum í gjár vórðu teknisku orðini sostatt býtt um og vóru misvísandi.
Bíðistøða
Samanumtikið verður nú bíða eftir, hvat hendir í málinum um møguligu rúsdrekkakoyringina hjá Silberbauer. Hvørki FCK ella føroyska løgreglan hava váttað nakað fyri Sosialinum ella donsku fjølmiðlunum, men talan er um eitt politimál, sum verður viðgjørt í Føroyum. Væntandi verður meiri at frætta næstu dagarnar um Silberbauer, nú donsku fjølmiðlarnir hava tikið málið upp og leggja alsamt trýst á FC Keypmannahavn.