Silberberger: Vit revsa okkum sjálvar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Venjarin hjá StÍF harmast mistøkini, ið gjørd vóru seinastu løtuna í 21-24 tapinum ímóti H71

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Thomas Silberberger, høvuðsvenjara hjá StÍF, aftaná 21-24 (11-11) tapið hjá StÍF ímóti H71 í dysti í FTZ-deildini, sum var spældur á Skála í dag.

 

- Vit revsa okkum sjálvar staðfestir Thomas Silberberger. Danski venjarin er sera væl nøgdur við fyrsta hálvleiki, og fyrra partin av seinna hálvleiki, men hann er sera harmur um, at hansara spælarar gjørdu so nógv mistøk ímóti dystarenda, sum kostaðu dýrt.

 

Thomas Silberberger sigur, at hann er klárur at fara gjøgnum eld og vatn fyri sítt lið, og hann væntar, at hansara spælarar gera tað sama.

 

Thomas Silberberger ásannar, at støðið er væl undir støðinum á hondbóltinum í Danmark, men hann undirstrikar, at støðið í Føroyum kann hækkast munandi, og grunnleggjandi er, at føroyskir hondbóltsspælarar læra seg at lurta betur.

 

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71154123308225
2VÍF154653858021
3KÍF143663452118
4Kyndil153983762217
5Neistin15372389-1714
6StÍF16433448-1510
7Team Klaksvík16333506-1731