Rumenska hondbóltsfelagið Silcotub Zalau, sum í síðsta mánaði spældi Europa-Cup dystir í Klaksvík, hevur nú spælt seg í 1/4 finalurnar í EHF-Cup.
Hetta gjørdi felagið sunnudagin, tá tær vunnu seinna dystin móti pólska liðnum Sosnia Gliwice. Dysturin endaði 25-23 til Silcotub, og tá fyrri dysturin, sum varð spældur í Póllandi, endaði við javnleiki 25-25, var tað rumenska liðið, sum kom víðari.
Enn er ikki greitt, hvørji tey átta liðini í fjórðingsfinalunum eru, tí summir dystir verða spældir komandi vikuskiftið. Men tey átta liðini, sum skulu kappast víðari í hesi Europa-Cup kappingini, fara at spæla fjórðingsfinalurnar í mars mánaði komandi ár.
Tað var eyðsýnt, tá Silcotub spældi í Klaksvík, at talan var um eitt framúr gott lið, og nú hava rumensku kvinnurnar spælt seg fram millum tey átta bestu liðini í hesi kappingini. Silcotub hevur fleiri ferðir áður verið í fjórðings- og hálvfinalun í Europa-Cup kappingum, og í 1996 vunnu tær EHF-Cup, sum tær aftur í ár luttaka í.
Mótstøðuliðini hjá mansliðunum hjá StÍF og VÍF eru bæði útsligin úr Europa-Cup kappingunum.