Silcotub móti norskum liði

Hondbóltur: Mótstøðuliðið hjá kvinnunum hjá Stjørnuni í Europa-Cup í ár, Silcotub Zalau, hevur spælt seg í fjórðingsfinalurnar í EHF-Cupr

Týsdagin var lutakast um, hvussu tey átta liðini, sum eru eftir í kappingini, skulu spæla, og tað endaði við, at Silcotub fyri aðru ferð skal hitta eitt norðurlendskt felag. Hesa ferð er tað norska liðið, Tertnes, sum skal royna at fáa bilbukt við rumenska liðið.

Umframt Tertnes er eisini eitt annað norðurlendskt lið eftir í hesi kappingini, og tað er FIF av Frederiksberg.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar 18. og 23. mars næsta ár.