Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at tað er smekkfult av sild at fáa, serliga uppi við Lofoten, men eisini í Norðsjónum og í Eystursjónum. Skipini, sum royna eftir sild, hava í seinastuni havt rættiliga góðan fiskiskap. Tað er serliga út fyri Lofoten í Noreg, at skipini hava havt rokveiði.
Í dag er Fagraberg í Hanstholm við 2500 tonsum av sild, sum teir fingu í einar 12 til 16 tímar uppi við Lofoten.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at rættiliga nógv sild er á marknaðinum í løtuni, og tí fer øll veiðan hjá Fagrabergi til ídnað.
- Tað er smekkfult av sild at fáa, serliga uppi við Lofoten, men eisini í Norðsjónum og í Eystursjónum.
Reiðarin sigur, at lastin hjá Fagrabergi varð bjóðað út um pelagisku uppboðssøluna hjá Sildelaget í Noreg.
- Vit fingu fleiri boð upp á lastina, og Havsbrún í Fuglafirði bjóðaði eisini.
Anfinn Olsen sigur, at teir fáa umleið 2 krónur og 30 oyru fyri sildina í Hanstholm ? alt eftir, hvussu hon er til lýsi og proteinir.
Heimasíðan hjá Sildelaget í Noreg skrivar, at lastin hjá Fagrabergi er størsta sildalast, sum nakrantíð er fráboðað uppboðssøluni.
Sildelaget sigur annars, at tey ongantíð havt selt so nógv sild, sum í farnu viku, tá samlaða nøgdin var sløk 100.000 tons ? ella eini 8.000 tons fleiri enn gamla viku-metið sum er frá 2008.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at enn er ikki endaliga greitt, hvar Fagraberg fer á næsta túri.
- Um loyvini í ES-sjógvi verða greið til ta tíð, verður helst farið í ES-sjógv at royna. Um loyvini ikki verða klár, verður helst farið uppaftur til Lofoten, sigur Anfinn Olsen.
Hetta er triðji túrurin hjá Fagrabergi í ár.