Tey føroysku sildaskipini hava havt góðan fiskiskap teir seinastu dagarnar. Sildaskipini royna í norskum sjógvi, tey landa í Norra, tí tað er skjótast at sigla, eisini er prísurin frægastur har.
Høgaberg, Fagraberg og Finnur Fríði hava øll boðað frá landing um vikuskiftið. Høgaberg hevur 690 tons, teir landa í Træna, Fagraberg hevur 880 tons, teir landa í Måløy og Finnur Fríði hevur 1170 tons, teir landa eisini í Måløy.
Christian í Grótinum landaði góð 200 tons til Olav Fiskerstrand fríggjadagin.