Sildatunnur ella gourmet-toskar

Bogi Eliasen, cand.scient.pol




Aðalorðaskifti skal verða um vinnupolitiska framtíð Føroya. Vinnumálaráðið hevur gjørt eitt rit, sum tekur upp fleiri tættir, mettir verða at hava stóran týdning fyri framtíðar vinnupolitik, eisini økir, sum ikki er undir ábyrgd vinnumálaráðsins. Eitt evni er t.d. útbúgvingar og annað at tryggja størst møguligt framleidni.

Útbúgvingarstøðan
Temafrágreiðingin um tøkniliga menning og vælferð frá Búskaparráðnum í fjør vísir á, at útbúgvingarstøði okkara helst er nakað aftanfyri grannalondini. Hagtøl eru ikki til taks, vit vita ikki nágreiniliga um hetta øki og eingin politikkur er á økinum. Ein framtíðar tilætlaður vinnuleistur má neyðturviliga tengjast at útbúgvingarskipanum. T.d at styrkja greinar í fólka- og miðnámsskúlunum og eggja til at fólk fáa sær útbúgvingar, sum hóska til hetta økið. Kritiskt ber til at siga, at um vit bert velja at styrkja førleikar í fólka- og miðnámsskúlunum og at vit hava trupult við at fáa fólk heimaaftur er støðan tann, at vit byggja grundina, útflagga seinasta partin av arbeiðnum, men hava gloymt at tilrættarleggja hvussu vit fáa húsið heim at standa á sínum grundstykki. Tí er alneyðugt við heildarætlanum.
Sparingin
Tí tykist tað bakvent, at tað júst nú skal sparast á útbúgvingarútreiðslunum, tá flest allir okkara fólkavaldu meina, at vit skulu styrkja okkum útbúgvingarliga og flestu eru samd um, at tað hevði styrkt okkum um fólk høvdu útbúgvingar ymsastaðni frá.
Marknaðarbúskapur
Stórt fokus er eisini sett á at fáa marknaðarbúskapin at virka í Føroyum, tó at tað kann verða sera trupult, tá heimamarknaðurin er so lítil. Her er eingin ivi um, at ein partur av trupulleikanum er, at tað almenna situr á ov stórum parti og tað er ikki í tráð við vanliga marknaðarbúskaparliga mannagongd. Spurningurin er so, í hvussu stóran mun tað er møguligt at fáa marknaðarbúskap á øllum økjum í Føroyum. Men tað er helst bara eitt av endamálunum. Annað er at fáa vanligar marknaartreytir í virkini. Og tað kann verða trupult, tá talan er um almenna ogn og at tí ikki sama eigarakrav um úrtøku og menning av marknaðarmentalitetið í hesum virkjum, sum eisini áttu at havt sína positivu ávirkan á restina av samfelagnum. Tað er rætt at seta marknaðarstøðuna undir sjóneykuna, men samstundis er alneyðugt at hugsa úteftir. Okkara heimamarknaður er ov lítil til stór virkir, og tí skal orkan til at skapa best møguligu fyritreytirnar fyri at tey kunnu virka altjóða ikki undirmetast. Fyri útflutningsvinnur verður tað tí altjóða kappingartreytirnar, sum verða altavgerðandi. Tað er sjálvandi ein styrki, um tað í hesum føri eydnast at samantvinna royndirnar at hava eina opnan marknaðarbúskap, íð javnstillar vinnurekandi, tí hetta skapar álít, frið og helst eisini ein betri búskap. Eisini er tað eitt gott tekin at senda út um landoddarnar fyri at draga útlenskan váðafúsan kapital til landið.
Útlenskur kapitalur
Sambært temafrágreiðingini hjá Búskaparráðnum um Tøkniliga menning og vælferð frá 2005, eru Føroyar sera aftarlaga tá talan er um at fáa útlenskan kapital til landið, eins og at gera íløgur uttanlands. Hetta er eitt øki hugsast skal um, tað bæðir spjaðir váðan, eins og tað dregur útlenskt hugflog til landið.
Hví og hvar almennar íløgur?
Staðfest verður í útspælinum frá Vinnumálaráðnum, at tað fysiska undirstøðikervi er so væl útbygt, at hugast skal um marginala vinningin við fleiri íløgum, og lagt verður upp til aðra fígging av nýggjum møguleikum. Konkreti politiski hugurin at gera vegir, ferjur og tunlar, sum ítøkiligur heiður kann takast av, sæst ikki aftur tá talan er um sosiala/mentunnarliga, útbúgvingarliga og tøkniliga undirstøðikervi. Hesi øki verða tikin fram í ritunum og fáa vónandi størri áhuga úr politisku skipanini, so endamál kann setast á økini. T.d. hví skal tað almenna brúka orku og fígging til t.d. útbúgving og vælvirkandi alnótasamband og við hvørjum endamálið, hvat skal tað brúkast til?
Okkara leistur
T.d var eitt áhugavert viðtal í øðrum blaðið við Firouz Gaini, har hann vísir á, at endamál við ætlanum ikki eru sjónligar og at vit ikki bert skulu renna aftaná og gera sum hini. Hóast eg ikki eri samdur í, at tað ber til bert at leggja seg eftir eydnusemi, so hevur hann grein í málinum um at vit skulu finna okkara leist til okkara samfelag sum ein part av heiminum, og verða tilvitað um prísin, tað kann hava at stremba seg eftir at verða fremst á ávísum økjum. Hetta merkir m.a., at virðir skulu ásetast til tess at vita, hvat tað er vit vilja og hví. Í sama viðfangi vísir hann eisini á virðið við at hava gransking í Føroyum, tí hann kannar føroysk viðurskifti og brúkar sína vitan í kjakinum.
Fólkið heimaftur
Ein partur av tí er m.a. at fáa unga fólkið heimaftur og til tað krevst, at arbeiði er íð nøkta teirra proffessionella tørv á at brúka útbúgving. Á alraflestu økjum kunnu vit ikki í dag kappast við løn, men vit kundu havt spennandi arbeiðsuppgávur, góðar arbeiðsumstøður, samfelagstænastur og mentanin, sum gera at fólk, hóast tey kundu vunnið meira av peningi aðrastaðir, høvdu hug at koma aftur til Føroya vera partur í at menna samfelagið.
FAS og ílegur
Vit síggja spírar til komandi møguleikar, t.d. bjartskygda frágreiðingin um menning av FAS skipanini og the never ending story við ílegugransking, har Bitland vísir á at tokið ikki er farið, og vit síggja at arbeiðið hjá Augusti G. Wang er ment víðari á fleiri stovnum m.a. við Hans Atla Dahl í Odense, og í samstarvi viðAarhus Universitet og eitt skotskt universitet verður granskað í føroyskum og skotskum ílegum í sambandi við skizofreni. Hetta fær tó tankarnar aftur á eina ráðstevnu í 1999 um at flyta Føroyar heilt fram á hesum øki. Partnarin tá, Decode helt fram. Hjá okkum er einki munagott hent, og einki ítøkiligt gjørt frá politiskari síðu sum er sett í verk, hóast nógvar ætlanir, nú sjey ár seinni. Tó so, hevur Hans Pauli Strøm júst kunngjørt, at í 2007 koyrir eitt føroyskt ílegusavn. Hetta er eitt dømi um at handling og ikki bert orð skal til. Ílegurnar liva tó víðari, bara ikki í Føroyum ella í einum føroyskum høpi.
Hvar eru gourmet-toskarnir?
Ritið til aðalorðaskifti leggur somuleiðis stóran dent á kunningar- og samskiftistøkni (KST), íverksetan, vitanarspjaðing og betri nýstlu av starvsfólkum. Føroyar eru sum gjørdar til KST, eitt fjart oyggjasamfelag, sum setir okkum mitt í heimin. Føroyar skulu berjast fyri at klára seg vinnuliga í alheimsgerðini, eins og onnur lond. Vit hava førleikar á fleiri økjum, og eru kanska frá náttúrunnar hond alheimsgjørd, tí landið er so lítið. Tað ræður um at gagnnýta styrkir og eisini vaksa um framleidni, men helst eisini sum frá líður at tora at leggja seg eftir luksusmarknaðum, sum t.d vilja gjalda nógv fyri ein gourmet-tosk og ikki bert, so segði hann, fylla sildatunnuna. Orðini vit hava hoyrt nógv tey seinastu árini standa í dag ofta sum tómar sildatunnur. Vónandi verða fleiri tættir í hesum vinnupoltiska riti, eins og møguleikarnir við FAS og ílegusavninum til gourmet-toskar. Tá hevði eitt sterkt KST kervi, íverksetanarmentan, vitanarspjaðing og starvsfólkaoptimering veruliga sett ferð á.