Føroysku sildaskipini hava havt gott fiskarí á einari leið á umleið 72 stigum norður og 9 eystur. Hetta er í krókinum við norska økið og svalbardsøki.
Higartil hava Fagraberg, Høgaberg, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Jupiter verið inni og landað, og Christian í Grótinum hevur fiskað til Norðborg, sum hagreiðir sildina umborð.
Tað mesta av sildini er landað í Íslandi. Eitt nú hava tróndur í Gøtu og Finnur Fríði landað hvør síni 2.500 tons á Fáskrúðsfirði. Fagraberg landaði eisini í Íslandi. Hinvegin hava Høgaberg og Jupiter landað til Havsbrún í Fuglafirði. Bæði skipini høvdu fulla last.
Sambært heimssíðuni hjá Vinnuni er sildin heldur smá, og virkinmi, sum arbeiða sild til matna, eru ikki farin í gongd enn. Tí fer øll sildin til mjøl og lýsi.