Sildin syndrar eindarstatin

Røða hildin á Doktaragrund 29. juli 2013

Góðu føroyingar, góðu fundarfólk, góðu ólavsøkugestir úr øllum økjum í landinum!

Tað er altíð ein hátíðardámur við hesi løtuni. Ein løta við stóltleika, samanhaldi, framskygni og framtíðarvónum. Og tey, sum hava borið fram røðu her á staðnum, hava givið mær nógv at hugsa um, um føroysk innanhýsis viðurskifti og um Føroyar á altjóða pallinum.

Tað eru sjálvandi mong evni, ein kann tríva í her í dag, men serliga er eitt mál um millumtjóðasamstarv Føroya, ið hevur gjørt seg galdandi seinastu tíðina, sum rakar okkum sum tjóð uttan mun til innanhýsisósemjur. Tað er dagsins evni um møgulig tiltøk móti Føroyum í sambandi við uppisjóvarfiskivinnu.

Og spurningurin um ríkisrættarligu støðu Føroya gjøgnumseyrar hetta evni, og hugtakið um danska eindarstatin sleppur enn einaferð at vísa, hvat hugtakið av sonnum merkir í verki.

Eindarstaturin syndrast

 ES fer helst um fáar dagar at seta beinhørð tiltøk í verk ímóti Føroyum, sum fara at hava alstóran týdning fyri okkara land, vinnu, fólk og ikki minst fyri altjóða umdømi okkara.

ES nevndin mælir til, at tað verður sett bann ímóti øllum innflutningi úr sild og makreli frá føroyskum skipum og øðrum skipum, ið fiska sild og makrel við føroyskum loyvi. Eisini, at tað verður sett bann ímóti, at ES lond útflyta skip og fiskireiðskap til Føroya, sum kunnu brúkast til at fiska sild og makrel við.

Hesi tiltøk kunnu innibera, at Danmark steingir sínar havnir fyri føroyskum skipum.

Hesin ágangurin frá ES er ein stór uttanríkispolitisk avbjóðing, sum vit standa andlit til andlits við. Ein kundi eisini kalla tað eina innanríkisfelagsskapsavbjóðing.

Danska stjórnin ynskir eina samráðingarloysn og at atkvøða ímóti uppskotinum um at seta tiltøk í verk móti Føroyum.

Og so hugsa vit kanska, tað var ótrúliga gott, so eru Føroyar tryggjað. Men tað eru vit ikki!

Tí í hesi fráboðan frá Danmark er eingin trygd fyri at Føroyar ikki verða fyri hesum ágangi.

Fyri tað fyrsta er danska atkvøðan í ES als ikki avgerandi fyri, at tiltøkini ikki vera sett í verk.

Fyri tað næsta hevur danska ríkið boðað frá, at tað er einans orsakað av ríkisfelagsskapinum, at Danmark fer at atkvøða ímóti uppskotinum – og ikki tí, at Danmark er ósamt við ES í sjónarmiðinum um, at tað eru Føroyar, sum ovurfiska og ikki fiska burðardygt.

Danska fiskivinnan fiskar sjálv meginpartin av sildakvotuni hjá ES, ti er tað skilligt, at Danmark hevur sína egnu dagsskrá í hesum máli.

Danmark tykist at vera í eini tvístøðu. Samstundis sum Danmark hevur sínar skyldur móti sonevnda ríksifelagsskapinum, so hevur Danmark eisini sínar skyldur mótvegis Evropeiska Samveldinum. Og við at atkvøða ímóti uppskotinum kann Danmark gera føroyingar nøgdar, og við at vera partur av ES í tiltøkunum móti Føroyum ger Danmark eisini ES nøkt.

Men ber tað til at seta tiltøk í verk móti eini eind í egnum ríki? Ber tað til at seta tiltøk í verk ímóti sær sjálvum?

Nú læra vit – ikki bara sum ástøði – men eisini í verki, hvør eindarsaturin og ríkisfelagskapurin veruliga er.

Eg vil leggja dent á, at hetta ikki snýr seg um danska fólkið. Tí danska fólkið er eitt mentað og væl skipað fólk, og føroyingar hava nógvar fyrimyndir úr Danmark.

Vit mugu eisini minnast til, at vanligi danin ikki er kunnaður um viðurskifti í Føroyum og enn minni, hvussu hugtøkini eindarstaturin og ríkisfelagsskapurin hanga saman.

Hendan avbjóðing snýr seg tí eisini um skipanina – tað løgna fyribrigdið, sum bæði kallar seg ríkisfelagsskap og eindarríki, alt eftir hvat høvið er.

Hendan støðan er longu vorðin ein sannleikastund fyri heilt mong.

Hetta sjónarmiðið um eindarstatin er so týdningarmikið fyri Danmark og ein betong løgfrøðilig grundgeving, sum forðar Føroyum í at luttaka í altjóða samfelagnum á uttanríkispolitiska økinum, og sum forðar  at fáa okkum eina stjórnarskipan og limaskap í ST.

Ímyndanin av Danmark sum ein eindarstatur – eitt ríki, ein eind, eitt fólk, eitt land, ein tjóð – sindrast. 

So spurningurin er, um hetta er ein haldbar støða? Hetta má landsis leiðsla finna útav.

Vísir hendan støðan ikki, at tað er neyðugt at sleppa úr hesum gráa økinum og skapa eina nýggja og greiða skipan. Núverandi skipan er í hvussu er ikki verandi, um vit sum land vilja taka avgerðir vegna okkum sjálvi, og um vit vilja taka lut altjóða stovnum sum WTO, Arktiska Ráðnum og ST.

Føroyingar – eingir norðurlendskir ránsmenn

 Hendan støðan ger okkum eisini greitt, at stóra Evropeiska Samveldið spennir vøddarnar og átekur sær rættin at siga, hvør fiskar burðardygt og hvør ikki fiskar burðardygt. Átekur sær rættin at seta eitt stempul á summi lond. Føroyar hava fingið stemplið: ikki burðardygt!

Sjálvandi skulu allar heimsins fiskivinnutjóðir fiska burðardygt! Men tað er ikki ES, ið skal avgera, hvat tað er. Sum eitt áhugavert dømi, so verða 25% av øllum fiski, sum ES fiskar, blakað út aftur. Er tað burðardygt? Føroyar bannaðu útblaking fyri einum mannsaldri síðan!

Men alt bendir á, at tað hevur eydnast ES at sannføra limalondini um, at Føroyar ovurfiska, at Føroyar ikki hava burðardygga fiskivinnu, at Føroyar hvørki vilja samskifta ella samráðast, at Føroyar eru eitt brotsmannaland við norðurlendskum ránsmonnum, og tí mugu tiltøk setast í verk móti okum.

ES heldur seg til hesa sera einfaldu útgávuna, sum fjølmiðlar eisni hava svølgt rátt. Sum dømi skrivaði Politiken í sinum leiðara 17. Juli, at Føroyar mugu undir øllum umstøðum góðkenna altjóða spælireglur og ikki hótta seg fram til meira fiskiskap við ”bøllemetoder”.

Soleiðis verða sjónarmiðini hjá ES og Danmark varpað út. Síðan nær eru ES reglur altjóða spælireglur? Og var tað ikki nevniliga ES, ið hevur hótt og nú eisini arbeiðir fyri at seta tiltøk í verk móti Føroyum? Og er tað ikki Føroyar, ið hava boðað frá, at Føroyar vilja føra sak í dómstóli? Sig mær, hvør av hesum mannagongdunum er ein ”bøllemetoda”?

ES hevur soleiðis eisini broytt javnsetanina til strandalandasamráðingar. Í uppskotinum, sum ES hevur sent donsku fiskivinnunenvndini, stendur, at revsitiltøkini kunnu sigast úr gildi, tá tað verður mett, at Føroyar hava sett sett neyðugu atgerðirnar i verk. Hvat skulu Føroyar so gera til komandi samráðingar?

Til komandi samráðingar sita Føroyar ikki longur á jøvnum føti við hini samráðingarlondini. Áður hevu verið sagt, at Føroyar ikki vilja sita við samráðingarborðið við byrsu fyri pannuna, men sum nú verður, kemur Føroyar at sita við borðið, samstundis sum skotið verður eftir Føroyum.

Vit kunnu øll kjakast um, um tað var rætt hjá Føroyum at áseta sær júst 17% av samlaða býtinum. Vit kunnu eisini kjakast um, um tað var rætt, at hækka kvotuna so brádliga. Men neyvan er nakar ivi um, at alt ov leingi hava Føroyar fingið ov lítlan part av hesum tilfeingi í okkara egna sjógvi, og saman við veðurlagsbroytingum, sum gera at fiskastovnar flyta seg longur norður, hava Føroya rætt at krevja hægri býti.

Allar best hevði verið, um kvotubýtið av hesum tilfeingi kundu verið avgjørt á vísindaligum grundarlagi við serstøkum atlitið at samfeløgum sum grunda alla sína tilveru á fiskiveiðu, og við atliti at søguligum og nátúruviðurksiftum.

Hetta verður uttan iva ikki seinasta stríð av hesum slag. Veðurlagsbroytingar ávirka okkara lívsgrundarlag, og tí er umráðandi, at gransking verður raðfest høgt fyri at skilja broytingarnar, og fyri, at vit gerast før fyri at tillaga okkum, so vit kunnu gagnnýta tilfeingið á skilabesta hátt.

Nú kemur at standa á hjá Føroyingum. Tí er er neyðugt, at vit standa saman sum tjóð, hóast ósemjur og innanhýsisstríð á mongum øðrum økjum.

Nú er at vóna, at Føroyar fara at skapa sær ein langtíðarpolitikk á hesum økinum, at styrkja síni bond við grannalond okkara á norðari jarðarhálvu, so at vit í framtíðini hava vinir í altjóða samfelagnum, sum skilja okkum, og sum vit kunnu samstarva við.

Vit hava møguleikar!

Vit hava eitt gott grundarlag at standa á, og nú mugu vit trúgva meira á okkum sjálvi, tí vit mugu ikki gloyma, at Føroyar hvørki eru lítið land ella ein veik tjóð.

Við land- og sjóøki okkara eru Føroyar eitt heilt stórt land. Føroyar fevna nevniliga um 275.282 km2. Sum eina skjóta samanbering er Føroyar størri enn Grikkaland, størri enn Rumenia og størri Ungarn og næstan líka stórt sum Pólland.

Føroyar liggja mitt i Norðuratlanshavi, sum er heimsins ríkasta øki við livandi tilfeingi og risastórum ráevnum, og vit liggja í miðjuni fyri nýggjum skipaleiðum norður um Norðpólin.

Hóast vit eru fá í tali, eru vit ein margment tjóð. Vit skulu duga at at virða og viðurkenna okkara møguleikar og hava sjálvsvirðing sum fólk og álit á tjóðina. Vit eru hvørki verri ella betri enn onnur fólk. Føroyar eru eitt stórt land við góðum framtíðar møguleikum, eitt gott land at búgva í, við vælvirkandi skipan og umsiting, sterkari mentan, ríkum tilfeingi og virknum og vælútbúgvnum fólki og sum heild eitt gjøgnumskipað samfelag við borgarum, ið eru skipaðir í alskyns frítíðar- og áhugafeløgum.

Tað er støði í hesum veruleika, at vit kunnu møta okkara avbjóðingum!

Men stórar avbjóðingar kunnu eisini hava góð árin við sær á tjóðir. Vit hoyrdu tíðindi úr Amerika í farnu viku, at tey tilkallaðu eykahjálp á føðideildunum, tí øgiliga nógvar kvinnur skuldu føða, nú 9 mánaðir eru síðan eitt ógvusligt ódnarveður.

Kanska hetta politiska ódnarveðrið, sum nú nærkast Føroyum, eisini fer at føra føroyingar tættari hvør at øðrum, og – um ikki annað – fer at føra til fólkavøkstur.

Góðu áhoyrarar, eg vil takka Unga Tjóðveldi fyri at skipa fyri hesu góðu løtu!

Eg veit ikki, hvussu er hjá tykkum, men fyri mær er tað blivið soleiðis, at tað er eingin ólavsøka uttan fólkafund á doktaragrund!

Góða ólavsøku !

Birita í Dali