Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.
– Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali.
Ferniseringin í Gamla Seglhúsinum verður leygardagin 6. mai klokkan 16:00 og kemur Kinna Poulsen listfrøðingur at røða
Eisini verður lættari ábit og tonleikur, umframt at tað verður møguleiki at heilsa uppá listakvinnuna.
Hjartaliga vælkomin