Silja Strøm í Víngarðinum

Leygardagin 3.juni klokkan 15 letur ein framsýning upp við verkum hjá Silju Strøm í Víngarðinum. Hóast málningarnir tykjast á tremur í orku og lívsgleði, hómast eisini ein farri av sorgblídni í teimum. Elegantu bylgjandi figurlinjurnar eru eyðkendar fyri listakvinnuna, men hennara myndarúm eru vorðin nógv meira samansett og kompleks.

 

Hetta skrivar Kinna Poulsen á listaportal.fo.

 

Silja Strøm er úr Vestmanna við útbúgving frá The Glasgow School of Art – hon býr í London, men ferðast ofta heim til Føroya og hevur gjørt part av framsýningini í listafólkahúsinum hjá Janusi Kamban. Hon hevur havt nógvar framsýningar úti og heima t.d. serframsýningina Listaleikir í Listasavni Føroya í 2019 og hon var somuleiðis við til at prýða nýggju politistøðina í Havn.

 

Í málninginum (sæst í erva her) við sama longsulsfulla heiti sum framsýningin, I Wanted another Landscape, another Tongue, tekur tað eina góða løtu at týða hvat gongur fyri seg á myndini, ið bæði er figurativ og abstrakt við einum løgnum geometriskum strikubygnaði í miðgrundini, men so bera vit eyga við dansararnar, ið taka saman hendur í einum ringi miðskeiðis á eini skógarfløtu í einum málandi hurlivasa av grønum trøum, gulum bløðum, ljósabláum vatni og fleirlittum málningastrokum, ið undirstrika ekstatiska huglagið. Myndevnið minnir um longsulsfullu lýsingarnar hjá fauvistum og øðrum modernistum av naknum dansarum í einum arkaiskum og arkadiskum felagsskapi. Myndirnar bera brá av at hanga saman t.d. koloristiskt við lýsandi strokum av reyðum, gulum og bláum við komplementerum skuggum, sum alt samalt savnast í sveimandi ljósareyðum ella pastellittum támi. Mátin, myndin er skorin í erva, so at hon tykist ójøvn og organisk, bendir á, at hon er partur av eini størri heild.

 

Tað snýr seg framvegis um gerandisviðurskifti millum menniskju og umhvørvið hjá listakvinnuni, ið einaferð hevði eina framsýning við heitinum The People and the Things, men Silja Strøm hevur av sonnum ment seg nógv sum málari og tað sæst á nýggju málningunum. Teir eru sterkir við samantrunkaðum myndevnum, flóta næstan yvir við fleiri fláum og samanhangi millum tær, soleiðis at huglagið letur seg lesa í fleiri stigum og tað sama er galdandi fyri poetiska framsýningarheitið: Mær tørvaði eitt annað landslag, eitt annað tungumál. Tátíðarformurin hevur okkurt slag av sorgblíðari frástøðu við sær eins og óbundna orðingin ikki er eintýðug, men tykist fevna um fleiri sløg av longsli.

 

Vernissage verður í Víngarðinum leygardagin 3.juni klokkan 15-17, tá listakvinnan verður til staðar, skrivar www.listaportal.fo.