Silja hevur verið ein av stórskjúttunum á U17 kvinnulandsliðnum, ið hevur luttikið í U17 EHF Championship kappingini í Baku, Aserbadjan. Eftir seks dystir hevur Silja Geirsdóttir Eystberg skotið 35 mál. Silja hevur sostatt skotið sættflest mál í kappingini. Rakul Borgarlíð Joensen skeyt næstflest mál fyri Føroyar. Rakul skeyt 33 mál í kappingini.
Í dag tapti U17 kvinnulandsliðið dystin um triðja- og EM-plássið móti Litava. Litava vann dystin 32-27. Harvið endaðu Føroyar sum nummar 4 av 10 liðum í EHF Championship kappingini í Baku.
Føroyar megnaðu harvið ikki at vinna sær pláss til U19 EM-endaspælið í 2025, tá bert trý tey ovastu liðini í kappingini komu víðari. Eftir dystin var høgri vongurin hjá Føroyum, Joan Johannesen, kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Joan var eisini toppskjútti við 6 málum.