Saman við liði sínum hevur Viggo Jensen bara fingið átta stig til høldar í fyrstu 14 umførunum í donsku SAS-liguni. Og tað er ov lítið heldur leiðslan í felagnum, sum í gjár gav Viggo Jensen sekkin sum venjara hjá felagnum. Fyrr í ár longdu partarnir annars samstarvið sínamillum, men síðani hava úrslitini verið út av lagi vánalig, og tí hevur leiðslan tikið hetta stigi. Hjálparvenjarin higartil, Peder Knudsen, tekur nú yvir sum venjari.