Hetta er tó ikki fyrsta ferðin at kórið er uttanlands. Men hetta er kortini fyrstu ferð, at vitjað verður í Danmark.
Kórið fer at syngja á føroyskum, donskum og enskum.
Skráin fyri vitjanina er annars henda: Fríggjakvøldið 23. septembur verður konsert á Norðuratlants Bryggju; leygardagin 24. septembur í Kristus Kirken í Odense, og sunnudagin 25. septembur luttekur kórið á morgunmøti í Skovlunde Frikirke, Metalbuen 42, Ballerup. Harumframt verður eisini ein sangløta í Kristnastovu um kvøldið kl. 19.30.
Siloakórið telur 32 fólk, og sangstjóri er Eyðun á Lakjuni. Hann hevur verið kórleiðari hesi seinastu 23 árini.