Siloin til gagns fyri ferðavinnu og tónleik

Saltsilo grunnurin hevur gjørt avtalur við eina røð av aktørum innan ferðavinnuna og tónleik, sum eisini kunnu fáa ágóðan av verkætlanini. Í verkætlanini um Saltsiloina er tankin eisini, at ferðavinnan skal fáa ágóða av siloini.

 

Grunnurin hevur gjørt eina røð av avtalum við aktørar innan ferðavinnuna, eitt nú Tora Turist Traffic, GreenGate Incoming, Hoyviking Tours, Guðrun&Guðrun, Tjóðpall Føroya, Sluppin Jóhanna, AP Busskoyring, Poul Johannes Poulsen Bussar, Uttanríkisráðið, listafólk og tónleikarar.

 

Saltsilo grunnurin sigur, at til tess at stuðla undir virksemið hjá siloini, hevur SALT gjørt aðrar munnligar avtalur. So skjótt sum siloin er avgreidd í Tinginum, verða allar avtalur formaliseraðar. Nevnast kunnu avtalur við Norðurlandahúsið, Føroya Musikkskúli, Tónleikalívið í Suðuroy, Tutl, Føroya Tónleikarafelag, Summartónar, Havnar Jazzfelag og Fólkatónleikarastevnan.

 

Ætlanin er eisini at samstarva við við Felagið Føroysk Tónaskøld, sum er virkið um allan heimin, umframt tónleikalívið runt um í landinum, og farið verður undir samskipan av hesum samstarvi so skjótt vissa er fingin fyri, at Saltsilo verkætlanin verður veruleiki.