Silver League: Føroyar taptu 0-3 fyri Íslandi

Í morgin verður seinasti møguleikin hjá føroyska kvinnulandsliðnum at fáa stig

Mynd: FBF

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spældi í kvøld næstseinasta dystin í hesari Silver League kappingini. 

 

Í dysti sum var leiktur í Luksemborg taptu føroysku kvinnurnar 0-3 fyri Íslandi. 

 

Føroyar-Ísland 0-3 (19-25, 18-25 og 18-25).

 

Í morgin klokkan 17 verður seinasti møguleikin hjá føroysku kvinnunum at fáa stig í hesari kappingini. Tá spæla okkara móti vertunum úr Luksemborg, ið hava tvey stig higartil í kappingini. 

 

Fríggjakvøldið tapti Luksemborg 2-3 fyri Íslandi.

 

Mynd: FBF