Silver League: Føroyar taptu 0-3 fyri Ísrael

Annað sett var tað frægasta í dag

Mynd: Flogbóltsamband Føroya

Ígjár vann føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti eitt sett í dystinum í Silver League í Jelgava í Lettlandi móti Lettlandi, ið vann dystin 3-1. Tað fjálgaði tó sera væl hjá føroyska liðnum at hava vunnið eitt sett móti sterkari mótstøðu. 

 

Í dag leiktu Føroyar á sama staði dyst móti Ísrael, men tað gekk ikki eins væl, tí Føroyar taptu 0-3.

 

Frægast gekk í øðrum setti, tá Føroyar taptu 19-25.

 

Ísrael-Føroyar 3-0 (25-14, 25-19, 25-14)

 

Fríggjakvøldið 6. juni klokkan 19 spæla Føroyar triðja dystin í Silver League. Hann verður leiktur á heimavølli í ítróttarhøllini á Sandi. 

 

Sunnudagin 8. juni hava Føroyar aftur dyst í ítróttarhøllini á Sandi. Tá verður Eysturríki mótstøðuliðið. 

 

Mynd: Flogbóltsamband Føroya