TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í formansrundini á Rás2 við formannin í NSÍ, Sonna L. Petersen, sum kann taka samanum silvur í bæði effodeildini, og í steypakappingini.
Silvurið smakkar væl, har NSÍ hevur spælt undirhaldandi fótbólt við flest skotnum málum í effodeildini, tó manglar tað síðsta at koppað B36 og Víkingi í innanhýsis dystum. Formaðurin í NSÍ kann eisini hyggja aftur á eitt gott avrik í Europa League, har NSÍ vann heimadystin ímóti norðurírska Linfield FC.
Sonni sigur, at tey eru tolin í NSÍ, og arbeiða langsiktað. FM-heitið fer at koma til høldar aftur innan long tíð líður.