Silvur til Sigrid

Saman við Per Holm Andersen, Rakul Dam, Tórfinn Hansen og Jógvan Magnus Andreasen tók Sigrid Vang lut í European Masters Game í bogaskjóting, sum um vikuskiftið varð skotin í Malmø. Besta úrslitið fekk Sigrid Vang, tá hon skeyt seg til silvur. Sigrid skeyt framúr væl í kappingini, men ein 6’ari milum seinastu tríggjar pílarnar í finaluni móti finskari kvinnu gjørdist rættiliga dýrur, og so hevði finski skjúttin ikki trupulleikar við at skjóta ein 107-104 sigur heim. Eisini setti Sigrid tvey nýggj føroysk met í Compound fyri kvinnur.