ólavsøka
Tað er møguleiki fyri, at tað í morgin verður hildið silvurbrúdleyp umborð á Eysturoyingi. Dagin undan silvurbrúdleypinum plagar tað at vera heilt víst, at silvurbrúdleypið verður dagin eftir, um brúðarparið verður á lívið. Men í hesum førinum er talan um møguleika fyri heilt øðrvísi 25 haldi.
Tveir av rógvarunum umborð á Eysturoyingi hava vunnið 24 ferðir í part í kappingini millum 10-mannaførini. Teir eru Ludvík Justinussen og Tóroddur Vang. Teir vóru fyrstu ferð við til at manna Eysturoying, sum tá var nýggjur, í 1998, og tá ið teir á síðstu metrunum í Sandavági tóku Klaksvíking, var tað 24. ferðin, at teir vóru fyrstir á mál.
Seinnu árini eru róðrarhagtølini vorðin hópin meiri atkomulig ikki minst á heimasíðuni hjá Drekanum. Men enn ber tað onga staðni til at sláa upp, hvørjir rógvarar hava verið við til at vinna sigrarnar.
Tað hevur ikki eydnast at fingið tað hundrað prosent staðfest, men kønir menn á økinum vilja vera við, at Carl Oliver Bærentsen í mong ár hevur átt metið í sigrum. Hann var mest sum fast inventar á Havnarbátinum, tá ið teir í sjeyti árunum vóru einaráðandi og vunnu FM øll árini frá 1973 og til 1979.
Metið í sigrum sigst hava verið 24. Tað var hetta metið, sum teir báðir omanfyri nevndu umborð á Eysturoyingi fyri tveimum vikum síðani rukku í Sandavági. Spurningurin er nú, um tað í morgin fer at eydnast teimum báðum at vinna 25. sigurin í kappingini millum 10-mannaførini.
Umborð á Klaksvíkingi er eingin, sum er í nánd av so nógvum sigrum og als ikki í kappingini millum 10-mannafør. Sum tað varð nevnt eina ferð í síðstu viku, so hevur Klaksvíkingur ongantíð áður vunnið FM, og teir hava ikki vunnið á Ólavsøku síðani í 1949!