Silvurdrongur er aftur á gátt við nýggjum stakløgum

Silvurdrongur er aftur á gátt við nýggjum stakløgum frá komandi plátuni, boðar plátufelagið Tutl.


Hesi bæði, Apudrongur og Mánadrongur, kundi illa verið meira ymisk. Apudrongur er eitt garvilt og ágrýtið lag við gorriluknurri í beatinum og einum gestaversi frá Ayphinni, sum eisini hevur framleitt lagið.

 

Leinkja til Apudrongur/Mánadrongur

 

Seinna lagið er eymt, melodiøst og upplyftandi við fangandi tekstum um at gerast eitt heilt menniskja. Tað er Karl Andrias Stórá, sum hevur framleitt Mánadrong, meðan Eyðfinn B. Lamhauge hevur framleitt restina av plátuni í samstarvi við Trygva Danielsen.

 

Nú eru seks stakløg av plátuni komin út, og tvey afturat kunnu væntast, áðrenn heildarútgávan verður til sølu í Tutl mitt í juli. Øll eru tey rættiliga ymisk, og tó hava tey okkurt til felags, sum skapar eina merkisverda heildarútgávu, skrivar Tutl.