Silvurdystur á Hálsi

Mikukvøldið verður dystur millum Kyndil og StÍF í Ítróttahøllini á Hálsi

 

Hondbóltur


Dansurin um gullkálvin tykist langt síðani at vera í bestu mansdeildini, men silvurdysturin er framvegis víðopin. Tveir teir fremstu partarnir í hesum fara at dystast mikukvøldið, tá StÍF kemur á vitjan hjá Kyndli.

Í verandi støðu hevur StÍF trý stig meira enn Kyndil, tó at strandingar hava spælt ein dyst fleiri, og tí kunnu teir taka eitt avgerandi fet móti silvurinum, um so er, at tað eydnast teimum at basa Kyndli. Hinvegin kann eitt tap viðføra, at Kyndil er heilt í hølunum á strandingum, umframt at hetta eisini gevur hinum havnarliðnum, Neistanum, møguleika at blanda seg upp í aftur silvurdystin.

Dysturin verður leiktur kl. 19.45.