Silvurdysturin víðopin

Stjørnan-VB 15-20 (10-10):
Stjørnan mátti á heimavølli taka til takkar við greiðum tapi móti VB, og nú er spenningurin um silvurmerkini í kvinnudeildini størri, hann nakran tíð hevur verið í vetur

Hondbóltur ? kvinnur

Alt kappingarárið í vetur hevur tað verið soleiðis, at spenningurin fyri tað mesta hevur gingið fyri seg í botninum. Gullmerkini hava alla tíðina ligið til at fara til Vestmanna, meðan tað hevur tókst eins sannlíkt, at silvurmerkini skuldu fara til Klaksvíkar, har Stjørnan hevur vundið burtur úr øllum øðrum enn júst VÍF.

Sunnudagin varð hendan myndin tó koppað á høvdið, tá VB, sum annars eisini basti Stjørnuni í grundspælinum, var á vitjan í Klaksvík.
Undan dystinum var greitt, at Stjørnan í hvussu so er var skerd, tí Adrijana Milodanovic meiddi sær knæðið í steypafinaluni. Møguliga er skaðin hjá Adrijanu somikið álvarsligur, at hon als ikki spælir aftur í ár, men hetta er so enn ikki avklárað.
Hin útlendski stórspælarin, Simona Dziugyte, sum annars hevur verið stóra álitið í málskjótingini, fekk eisini ein snudd í steypafinaluni. Talan var um ein gamlan skaða, sum versnaði ta ferðina, og hesa ferð var hon so ikki millum tær fyrstu á vøllinum, tó at hon var við í hópinum.
Sum skilst á lagnum, so darvaði fráveran av útlendsku leikarunum Stjørnuni rættiliga nógv í spælinum. Hópur av bóltum vórðu tveittir burtur, og tá spælið hjá VB heldur ikki var av tí besta, so gjørdist talan ongan tíð um tað heilt stóra hondbóltsupplivilsi.
Spenningur var tó um úrslitið megin partin av tíðini. Í fyrra hálvleiki var tað Stjørnan, sum hevði munin størsta partin av tíðini. Ein minutt fyri hálvleik vóru tær eisini á odda við tveimum málum, men tær megnaðu ikki at halda, og ístaðin kundi VB við tveimum kontramálum vinna seg upp á javnt.
Í seinna hótti Stjørnan alt fyri eitt at toga seg leysa, men so kom stíðjur í. Fyrst skutu tær einki mál í tíggju minuttir, so VB kom tvey mál framum. Síðani javnaði heimaliði við tveimum skjótum málum, men so var eisini liðugt. Ikki tí. Stjørnan hevði møguleikan, men tær misnýttu ikki færri enn fimm brotskøst á rað, meðan VB hinvegin skoraði fimm ferðir, og so gjørdist talan hóast alt um ein í tølum sera sannførandi sigur.

Silvurdysturin
Tapið hjá Stjørnuni hevur við sær, at hóast stríðið um gullið langt síðani er avgjørt, so er spenningurin um silvurmerkini nú størri enn nakran tíð. Har er Stjørnan í løtuni á odda. Tær hava betri málmun enn VB og ein dyst færri, meðan Neistin á fjórða plássinum er tvey stig aftan fyri hini bæði.
Hetta kann tó skjótt skifta. Longu týsdagin skal Stjørnan til Vestmanna, og tá er mest sum sjálvsagt, at fyrimunurin í dystartalinum verður javnaður, uttan at Stjørnan fær nakað afturfyri, og so er líkt til, at tað brádliga er Neistin, sum stendur við bestu kortunum í hesum stríðnum. Tær hava nevnliga heimadystir móti bæði Stjørnuni og VB til góðar, og megna tær at vinna hesar, samstundis sum tær fáa fulla úrtøku móti lægru støddu liðunum, so er einki at ivast í, at silvurið fer til teirra í ár. Einasta treytin er tá, at VÍF vinnur dystirnar móti VB og Stjørnuni, og tað skal vera løgið, um hendan treytin ikki verður uppfylt.

Dysturin í tølum
Stjørnan-VB 15-20 (10-10)
Málskjúttar:
Stjørnan: Anna Kristina Samson 7, Joan M. Joensen 4(3), Beinta Klakstein 1, Simona Dziugyte 1, Bára Skaale 1, Una Olsen 1
VB: Gurið Mortensen 7, Regina Radó 4, Eyðbritt Krosslá 2, Margreth Augustinussen 2, Laila Jespersen 2, Sólrun Krosslá 2, Gabriella Fekete 1(1)
Brotskøst: Stjørnan 8, VB 2
Útvísingar: VB 2
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen.