Silvurkalvar vilstir á Havnarvág

Fleiri fólk fingu stór eygu, tá tey fyrr í dag sóu tveir sjáldsamar fiskar heilt inni við bátabrúgvarnar í Havn.

Talan var um tveir silvurkalvar,ið kann verða heilt upp í tríggjar metrar langur.

Hvussu stórur hesin eini er, ber til at meta út frá pappírslepanum, ið er ein 200 krónuseðil. Silvurkalvi er annars uppisjóarfiskur, og livir úr vatnskorpuni og niður á 600 metrar.

Hann líkist í liti og skapi sildakongi, men silvurkalvin er ikki eins langur og er lutfalsliga hægri.

Sambært heimasíðuni snar.fo sæst silvurkalvi av og á undir Føroyum. Hann svimur seg viðhvørt upp á land ella spælir sær í vatnskorpuni innansyndis. Hann er onkuntíð fingin á laksalínu undir Føroyum og eisini á tráðu í Sandagerði í Tórshavn, og av og á fæst hann eisini í nútíðar stóru flótitrolum.

Hann er annars at síggja í Norðuratlantshavinum, við Noreg, undir Íslandi og av Hvarvinum til Portugals og Marokko. Men sum skilst, hevur hann ikki vinnuligan týdning.

Men í dag var hesin á myndini, sum ein havnamaður hevur sent okkum, drigin upp á land við bátabrúgvarnar í Havn. So er spurningurin, hví tveir teirra funnu sær leiðina inn á Havnarvág ein slíkan vakran dag sum í dag?