Ein býarmynd í Havn í Havn í meira enn hálva øld. So einfalt kann fyritøkan Simme Musikkhús lýsast.
Fyritøkan er áður flutt, eftir at hon húsaðist í Gongugøtuni, har Mica nú er, í mong ár. Síðani fór hon í SMS og niðan á Háls, og so oman í gongina undir Býarbókasavninum, har handilin hevur verið síðstu mongu árini. Tórhavnar Kommuna hevur ætlanir um at nýta hølini, har Simme hevur húsast, til býarbókasavn, og er Simme Musikkhús tí flutt.
Jón Magnus Bjarnastein rekur nú fyritøkuna, ið fyri stuttum flutti í nýggj høli í Lucas Debesar Gøtu. Hetta er aftanfyri bilstøðina Auto.
Har er gott og rúmligt, og hjá Simma eru tey væl nøgd vð umstøðurnar, og tey vænta at vera har næstu mongu árini.