Simon er nýggjur hjálparvenjari

HSF: Simon Olsen er nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum.

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í dag:

 

Simon tekur við starvinum eftir Finn Hansson, nú hansara sáttmáli gekk út. Tað verður sostatt Simon, sum saman við Claus Mogensen, høvuðsvenjara, og Mladen Mjerimacka, málverjavenjara, sum skulu leiða føroyska kvinnulandsliðið í EM-undankappingini í vetur.

 

Simon er 29-ára gamal og hevur verið venjari í H71 seinastu trý kappingarárini, áðrenn hann skifti til Randers HK í summar. Simon er eisini venjari hjá føroyska U20-kvinnulandsliðnum, sum skal spæla HM-undankapping í november.

 

Simon tók við starvinum 1. september.