Simon Kvamm í Gøtudali – dalurin Hvamm er oman fyri peikifingur hansara

Simon Kvamm vitjar í Føroyum

Kendi danski sangarin Simon Kvamm – kendur úr bólkinum Nephew, og sum hevur føroyskar røtur og føroyskt eftirnavn, vitjar í hesum døgum í Føroyum.

Simon Kvamm í Gøtudali – dalurin Hvamm er oman fyri peikifingur hansara

Navnið Kvamm er føroyskt, og tað stavar úr Gøtu – ein dalur oman fyri Gøtudal eitur Hvammdalur, og haðani stavar navnið, sum abbi Simon Kvamm, Óli Kvamm, fekk sær sum eftirnavn. Óli Kvamm búði alla síðna tíð í Danmark.

 

Simon Kvamm skrivar soleiðis á Facebook:

 

– Hjem til dalen. Her står jeg og peger på en dal i dalen ved bygden Norðragøta på Færøerne, hvor min farfar stammer fra. Dalen i dalen kaldes Kvamm og er den plet på verdenskortet, min farfar i 1940 valgte at opkalde sig selv og sin familie efter, da han ville bryde med det danske efternavn, generationerne over ham var blevet tvunget til at have.

 

##med3##

 

Kvamm, sum á Føroyakortinum stavast Hvamm, er dalurin, har forfedrarnir hjá Simon Kvamm hava skorið torv langt upp í 20. øld.

 

– Jeg tror min farfar valgte at opkalde sig efter denne plet, fordi den for ham var forbundet med gode eftermiddage sammen med familie og venner. Rare tider, hvor man samler ind. Det kan jeg egentlig meget godt lide tanken om: at min farfar ikke opkaldte sig efter en fjeldtop, som ville være mere markant og potent, men en Beholder. Så vi står lige og peger lidt upræcist mod et område, et felt. Mig og mine døtre, min niece og mine nevøer. De næste generationer i familien Kvamm. Rare tider!

 

– Abbi mín var gøtumaður, skrivar Simon Kvamm at enda á føroyskum.

 

##med2##

 

Men søgan hjá honum sigur einki um, hvørji ørindi hann hevur í Føroyum. Konsert er eingin lýst, so um hann er í arbeiðsørindum, so kann tað vera til onkur privat ørindi.

 

 

 

Simon Kvamm í Gøtudali – dalurin Hvamm er oman fyri peikifingur hansara

Simon hevur fleiri úr familjuni við sær á Føroyaferðini

Hvammdalur í Norðagøtu