Simon umrøddur í donskum fjølmiðlum

Føroyski útisetin, Simon von Konoy, verður nógv umrøddur í donskum fjølmiðlum í hesum døgum. Orsøkin er, at hann luttekur í tónleikakappingini »Dansktop Talent«.

Føroyski útisetin, Simon von Konoy, verður nógv umrøddur í donskum fjølmiðlum í hesum døgum. Orsøkin er, at hann luttekur í tónleikakappingini »Dansktop Talent«.

 

Tað er danska vikublaðið Familie Journalen, ið saman við sjónvarpsrásuni DK4, ið skipar fyri kappingini. Roynt verður at finna ein nýggjan Dario Campeotto ella eina sangarinnu, ið á ein ella annan hátt kann sammetast við Birthe Kjær.

 

Ein long samrøða við Simon hevur verið í ávikavist Fyens Stiftstidende, Fyns Amts Avis og Midtfynsposten, og hesa vikuna hevði Familie Journal eina samrøðu við teir átta luttakararnar, sum vístu teirra kynstur í seinasta umfarinum.

 

Tíðin fer at vísa, um Simon fær nóg mikið av SMS-atkvøðum fyri at koma víðari, men sambært limunum í húsaorkestrinum All Stars, hevur hann ein góðan møguleika. Millum annað sigur trummuleikarin:

 

– Når vi dykker ned i materialet, viser det sig at være fremragende sange. Gode, fængende melodier og tekster, der handler om alt det nære. Et godt eksempel er Simon von Konoys bidrag, som i kraft af os musikere, har fået en lidt soulagtig følelse. Alene titlen er helt fantastisk. Sangen hedder »Hold kæft, hvor jeg dog savner en kæreste«, sigur Eddie Jarl, sum vanliga spælir trummur, tá ið kend nøvn sum Lars Lilholt eru á pallinum.

 

Til ber at síggja sendingina, har Simon von Konoy luttekur, á rásini DK4, í kvøld klokkan 20.30 føroyska tíð.