Simon von Konoy í Dansktop Talent

Føroyski útisetin, sangarin og tónleikarin, Simon von Konoy, hevur fingið tilboð um at luttaka í eini danskari sjónvarpssending, ið ber heitið Dansktop Talent 2015.

Føroyski útisetin, sangarin og tónleikarin, Simon von Konoy, hevur fingið tilboð um at luttaka í danskari sjónvarpssending, ið ber heitið Dansktop Talent 2015.

 

Tað eru vikublaðið Familie Journalen og sjónvarpsrásin DK4, sum í felag hava tikið stig til sendingina, sum í løtuni verður send hvørt leygarkvøld.

 

Simon von Konoy sigur við in.fo, at hann er fullgreiður yvir, at hann ongantíð hevur verið og aldri verður ein nýggjur Dario Campeotto. Hóast henda veruleika hevur hann játtað at luttaka, tí hann metir, at stundin er komin, har ein sangari ikki bert syngur um reyðar rósur og gullringar, sum vanligt er, tá ið talan er um dansktop. Sangurin hann fer at framføra hevur heitið »Hold kæft, hvor jeg savner en kæreste«.

 

Upptøkan verður 21. oktober í Horsens Ny Teater, og verður send á DK4 2-3 vikur seinni. Tíðin fer at vísa, um Simon fær nóg mikið av SMS-atkvøðum fyri at koma víðari.

 

Endabrakið verður í Boxen í Herning í januar 2016, har vinnarin av sendingini fær høvi at vísa síni kynstur saman við Keld & Hilda Heick, Birthe Kjær og øðrum kendum sangarum.