Símun Konoy, ella Simon von Konoy, ið hann rópar seg í Danmark, er nú at finna á Soundcloud, har man ókeypis kann njóta hansara tónleik.
Fyribils hevur Símum lagt tvey løg út, Rammen og Øl med tårer i instrumentalari útgávu, men hann lovar, at har koma fleiri løg komandi tíðina. So tað er um at fylgja við.
Símun er búsitandi á Fjóni, og spælir fólkakendan dansband tónleik við donskum tekstum. Herfyri hittaði Símun saman við Jacob Haugaard við lagnum Fiskafrikadello.