»Lidt skævt« er heitið á eini nýggjari fløgu, sum sangarin og tónleikarin, Simon von Konoy, gevur út einaferð í komandi ári.
Fimtan sangir vera á plátuni, og teir eru allir sum ein á donskum máli. Nakrar fáar fyrrverandi landaplágur, sum t.d. »Juhuu«, »Eg blívi svakur« og »Timburmenn«, eru týddar úr føroyskum til danskt. Hinir sangirnir eru ikki útgivnir áður, og er tað Simon, ið eigur bæði orð og lag.
Tveir gestasangarar verða at hoyra á fløguni. Annar er Jacob Haugaard, ið syngur tveir sangir. Hin er somuleiðis ein kendur útiseti, men navnið á honum verður ikki kunngjørt, fyrr enn hann hevur sungið seg lidnan.
Í hesum døgum er tað meira enn vanligt, at verk verða innspæld við einum keyboardi og nøkrum telduprogrammum. So verður ikki við hesi útgávuni. Ektaðir gittarar, urga, klaver, trummur við meira, verða nýtt ístaðin fyri nýmótans hentleikarnar.