Simon Wiesenthal deyður

Maðurin, sum fann nazibrotsmannin Adolf Eichmann og fleiri av feløgum hansara, doyði í gjár

Simon Wiesenthal var 96 ára gamal, nú hann doyði í Wien.
Hann var borin í heim í 1908 í býnum Lviv í Ukraina, sum tá var partur av keisararíkinum Eysturríki-Ungarn. Sum ungur lærdi hann til arkitekt, men sum so mangir aðrir jødar endaði hann í týningarlegu hjá nazistunum undir seinna heimsbardaga.
Amerikanararnir komu fram á hann í týningarleguni Mathausen í mai í 1945, og tá hann var komin fyri seg aftur, fór hann alt fyri eitt undir at jagstra tey, sum høvdu gjørt seg sek í krígsbrotsverki í nazitíðini.
Tað eydnaðist honum og medarbeiðarunum á Wiesenthal-stovninum at finna umleið 1.100 krígsbrotsmenn og at fáa teir fyri rættin. Tann best kendi mundi vera Adolf Eichmann, sum var ein av oddamonnunum aftan fyri jødatýningina hjá nazistunum. Ein annar var bøðilin Franz Stangl.
- Wiesenthal var samvitskan hjá offrunum fyri jødatýningini, segði Rabbi Marv á Wiesenthal-stovninum í gjár.