Simona, sum er ættað av Toftum, hevur búð í Keypmannahavn síðan 1947. Hon vaks upp inni á Toftum, sum tann næst yngsta av teimum fimm døtrunum hjá Onnu Elisabeth og Magnus F. Mikkelsen. Tey handlaðu á Toftum og eftir kríggið flutti familjan til Havnar, har tey róku klædnahandilin, "Magnus F. Mikkelsen Manufaktur", sum seinni fekk navnið Skálabúðin.
Tær fimm systrarnar eru: Poulina Zachariassen, Karolina (Linnebeth) Berg, Jenny Gunnarsson (1924-1999), Simona Nielsen og Hertha Skýlindal.
Simona fekk arbeiði á telefonstøðini í Havn. Í 1947 bað hon um farloyvi í hálvt ár, tá hon saman við tveimum øðrum føroyskum gentum fóru til Danmarkar at arbeiða á einum hotelli á Norðursælandi. Síðan fekk hon starv á sjúkrahúsinum St. Lucas Stiftelsen í Hellerup.
Hon fór síðan til Keypmannahavnar. Har møtti hon Arne Nielsen, sum var útbúgvin og arbeiddi sum prentari. Tey giftust í Keypmannahavn í 1949.
Í 1954 fingu tey dóttrina Annelise, og í 1958 fingu tey sonin Bent. Meðan børnini vóru smá var, Simona heimaarbeiðandi.
Annelise er útbúgvin sjúkrasystir, og hevur hon tikið aðrar útbúgvingar í hesum sambandi, soleiðis at hon í dag kann undirvísa øðrum sjúkrasystrum. Hon og maðurin, Benny, eiga tvey børn: John, 27, og Miriam, 25. Bent er útbúgvin magistari í donskum og tónleiki. Í dag arbeiðir hann sum pastorur í samkomuni "Amagerbro" á Amager, samstundis sum hann eisini arbeiðir við undirvísing í teologi. Hann og konan, Lone, eiga eisini tvey børn: Mattias, 20, og Cecilie, 15.
Simona fall væl til í Keypmannahavn, og hon og maðurin komu nógv saman við føroyingum í Danmark, serliga í brøðrasamkomuni í Torsgade 40, sum seinnu flutti til Brønshøj. Tá tey seinni flutti til Glostrup, vóru tey við til at stovna samkomuna Glostrup Frikirke.
Í mong ár høvdu tey sína egnu fyritøku, prentsmiðjuna Søborg Bogtrykkeri. Har arbeiddu tey til Arne bleiv pensioneraður. Arne andaðist í 1998, 76 ára gamal.
Simona gongur høgt upp í familjuna, og hóast høga aldurin er hon framvegis virkin. Hon kemur til møtir og eldrasamkomur, sum Glostrup Frikirke og Kristnastova skipa fyri. Eisini gongur hon til fimleik tvær ferðir um vikuna.
m.