Simona Paula útgevur frumplátuna

Tíðinadaskriv frá Tutl

Um nýgjgu plátuna hjá Simonu Pauli skrivar plátufelagið Tutl soleiðis:

 

– Spegil hyggur onkursvegna eftir lívslinjuni hjá Simonu Paulu, bæði við støði í hendingum, men eisini, hvussu hon hevur útviklað seg gjøgnum tíðina.

 

– Summir sangir eru grundaðir á ávís tíðarskeið ella persónar og teirra leikluti í hennara lívi; aðrir eru grundaðir á eina irrititatión um okkurt, sum hevur at gera við samfelagið, normar o.s.fr. Hvørja ferð hevur hon vent tí og hugt inneftir og at sínum egna leikluti í hesum sambandi.

 

– Hóast sangirnir snúgva seg um ymiskt, eru teir allir reflekterandi og grava niður í djúpar og sterkar kenslur.

 

Lurta eftir Spegil her