Simona Petersen, sum skeyt heili 10 mál í finaluni, er kosin dagsins spælari. Tað var greitt eftir dystin. Umframt at eiga høvuðsleiklutin, saman við Adinu Petru, í álopsspælinum, var hon sera sannførandi í verjuspælinum. Hon var útvíst tvær ferðir, og hesar fýra minuttirnar merkist serliga væl, at hon ikki var á vøllinum.
Simona Petersen vann steypafinaluna fyri fjórðu ferð upp í slag í dag..