Símun skoraði sigursmálið

1. deild: HB vann fyri triðju ferð á rað á útivølli

Símun Samuelsen skoraði 2-1 sigursmálið hjá HB við Margáir

Í gjárkvøldið vóru teir næstbestu hjá HB og spældu stevnudyst við Margáir. Úrslitið var, at HB vann 2-1. Hetta var triðja ferðin á rað, at HB vann fulla úrtøku á útivølli. Undanfarnu ferðirnar var tað 2-1 ímóti NSÍ og 3-1 ímóti B71.

 

Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin setti heimaliðið hol á. Málskjútti var Jákup Hummeland. Hann hevur nú skorað níggju mál og er fjórði ovastur á máltindinum.

 

Alt varð vent á høvdið, tá ið tað restaði eitt korter. Jógvan Petersen javnaði til 1-1 í 72. minutti. Hetta var tíggjundi dysturin hjá honum á næstbesta liðnum í ár, og hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

 

Tríggjar minuttir seinni skoraði HB 2-1 málið, sum vísti seg at verða sigursmálið.

 

Símun Samuelsen er venjari hjá næstbesta HB liðnum. Í 62. minutti skifti hann seg sjálvan inn á liðið, og tað var hann, sum skoraði sigursmálið, tá ið tað restaði eitt korter.

 

HB hevur 18 stig fyri 13 dystir og er á fimta plássi. EB/Streymur hevur 13 stig fyri 14 dystir og er á áttanda plássi. Leygardagin skal HB spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy, og EB/Streymur skal til Klaksvíkar.

 

Símun Samuelsen skoraði 2-1 sigursmálið hjá HB við Margáir