Sinéad O’Connor er deyð

Írski sangarin, ið kom fram í nítitiárunum við Nothing Compares 2 U, er deyð.

Hetta skriva útlendskir miðlar í kvøld. Irish Times verður endurgivið í donskum miðlum, og sagt verður, at enn er deyðsorsøkin ikki staðfest.

 

Hon var serliga kend fyri sangin Nothing Compares 2 U frá 1990. Tað var Prince, sum upprunaliga skrivaði sangin, og gav hann út í 1985.

 

Hon átti 3 børn. Sonurin Shane doyði í fjør, og segði Sinéad O´Connor tá hann vera lívsljós sítt.

 

Hon nýtti eisini rødd sína til at varpa ljós á ymiskt, og til dømis skræddi hon í 1992 eina mynd av pávanum, tá hon var í beinleiðis sjónvarpssendingini Saturday Night Live, og var hetta fyri at mótmæla katólsku kirkjuni.’

 

Seinni árini hevur hon alment tosað um sálarligu trupulleikar sínar, og hevur hon sagt, at hetta kom av, at hon sum barn  varð kynsliga misnýtt av mammu síni.

 

Sinéad O’Connor gjørdist 56 ár.