Tveir triðingar av teimum væl løntu í USA eru til reiðar at rinda meiri skatt, um pengarnir verða brúktir til at bøta um fíggjarstøðuna við eitt nú sparingum og lægri almennum veitingum. Tað sæst í einari kanning, sum tíðindadeildin hjá sjónvarpinum NBC hevur gjørt.
Kanningin umfatar fólk, sum tjena eina hálva millión dollarar ella meiri um árið. Hon vísir, at 67 prosent eru ósamd við teimum republikonsku politikarunum í Kongressini, sum berjast ímóti, at tey væl løntu og tey múgvandi skulu rinda meiri skatt.
Í kanningini sæst, at tað er ikki við góðum huga, at tey væl løntu taka undir við hægri skatti, men at tey stúra fyri teirri ovurstóru almennu skuldini, og at hendan gongdin kann fáa avleiðingar, sum kunnu gera størri skaða enn ein skattahækking.