Sinnisbati eftirlýsir bústaðum til sinnisveik

Felagið hjá sinnisveikum í Føroyum vísir á tørvin á bústaðum til tey sinnisveiku. Núverandi støða kann ikki góðtakast, tí tørvurin er sera stórur

? Størsta málið fyri framman hjá Sinnisbata er at útvega teimum psykiskt sjúku bíligar íbúðir, so at tey hava ein bústað, eftir at tey eru útskrivað at psykiatrisku deild. Bústaðarmøguleikarnir hjá hesum bólkinum í samfelagnum eru í løtuni ógvuliga vánaligir, sigur Svenning av Lofti, formaður í Sinnisbata.
Avleiðingin av vantandi bústaðarmøguleikunum hjá sinnisveikum er, at tey vera verandi á psykiatrisku deild, hóast viðgerðin er liðug. Bústaðarmøguleikarnir hjá teimum sinnisveiku mugu betrast beinanvegin, sigur formaðurin.
Landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum Bill Justinussen, legði fram álit á tingi viðvíkjandi heildarpsykiatri í Føroyum, og felagið gleðist um, at man nú hevur ein leist at ganga eftir.
Felagið hevur fyri stuttum ársaðalfund, har støðan hjá teimum sinnisveiku á ymsum økjum lýst. Felagið vísir á, at eisini er tørvur á einum virknishúsi, har sinnisveik, ið ikki eru før fyri at arbeiða, kunnu fáa ein innihaldsríkan gerandisdag. Trupulleikin er, at fleiri teirra einki hava at gera eftir lokna viðgerð.
At enda ger felagið vart við, at enn er eingin samskipari av psykiatriska økinum settur.
? Hetta er ein lyklapersónur fyri okkara viðkomandi, og tað er sera umráðandi, at hetta starvið verður sett beinanvegin, sigur Svenning av Lofti, formaður í Sinnisbata.