Sir Alex droppar Rooney

Sir Alex Ferguson hevur sett Wayne Rooney á bonkin á til dystin móti Real Madrid í kvøld. Ryan Giggs spælir í kvøld sín yrkisfótbóltsdyst nummar 1000. Hann byrjar inni.

 

Bæði Sir Alex Ferguson og José Mourinho hava sett liðini til Champions League brakið í kvøld. Talan er um seinna dystin í 1/8 finaluni. Fyrri dysturin endaði við 1-1 javnleiki í Madrid.

 

Manchester United verður uttan Wayne Rooney, sum er settur á bonkin. Tað er Shinji Kagawa eisini, sjálvt um hann skoraði hattrick um vikuskiftið.

 

- Kanska hann kemur inn í seinna hálvleiki og avgerð dystin, sigur Sir Alex Ferguson við ITV stutt undan dystinum.

 

Fyri Real Madrid er alt sum væntað. Cristinao Ronaldo er við frá byrjan eftir at hann byrjaði á bonkinum móti Barcelona um vikuskiftið.

 

Manchester United: De Gea, Rafael, Evra, Ferdinand, Vidic, Giggs, Carrick, Nani, Cleverley, Welbeck, Van Persie

Á bonkinum: Lindegaard, Evans, Valencia, Young, Kagawa, Rooney, Hernandez

 

Real Madrid: Diego Lopez, Varane, Ramos, Coentrao, Arbeloa, Khedira, Ronaldo, Ozil, Alonso, Di Maria, Higuain

Á bonkinum: Adan, Pepe, Albiol, Kaka, Modric, Benzema, Callejon

 

Dysturin byrjar klokkan 19.45.