Tá vóru tað tey bæði liðini, ið kempaðu um meistaraheiti. Í ár er støðan ein onnur. Liverpool liggur í verandi løtu á einum 5. plássi við 15 stigum færri enn Manchester United, ið liggja fremst. Men hetta er ein uppgerð um so nógv meir enn trý stig. Bæði liðini hava vunnið enska meistaraheiti 18 ferðir. Hetta er sostatt seinasti møguleikin hjá Liverpool, at steðga granninum í at vinna sítt 19. meistaraheiti, og harvið yvirhála Liverpool á tí økinum.
-Hatta hendir ongantíð aftur, tað er so absolut sikkurt. Tað kann eg vissa tykkum um. Vit komu yvir tapið beinanvegin, og endaðu við at vinna meistaraheiti, sigur Sir Alex um 4-1 tapið í fjør móti Liverpool.
Liverpool hevur vunnið tær seinastu tríggjar innanhýsis uppgerðirnar móti Manchester United. Og hvørja ferð er Manchester United verjuleikararin, Nemanja Vidic, blivin útvístur. Tvær ferðir á Anfield og eina ferð á Old Trafford.
-Eg haldi at áskoðararnir á Anfield gjørdu sítt til, at Vidic fekk reytt í teimum báðum dystinum. Men eg trúgvi ikki, at reyðu kortini koma at hava nakra ávirkan á Vidic í morgin.
Tað fall heldur ikki í góða jørð hjá Sir Alex, at Steven Gerrard ikki bleiv leikbannaður av enska fótbóltssambandinum fyri eina hending móti Portsmouth mánakvøldið. Manchester United fekk fyrr í ár Rio Ferdinand leikbannaðan í fýra dystir fyri eina líknandi hending.
Dysturin byrjar kl 13.30 sunnudagin.