Sir Alex havt størstan týdning

Fyrrverandi venjarin hjá Manchester United er tann persónurin, sum hevur havt størst ávirkan á ensku Premier League

Enska Daily mail hevur gjørt sær ein lista, har tey hava mett um, hvørjir persónar hava havt størstu ávirkanina á, at enska Premier League hevur ment seg til at verða mest sædda fótbóltskappingin, um sæð verðu burtur frá kappingum undir UEFA og FIFA.

 

Ovastur á listanum stendur Sir Alex Ferguson, sum soleiðis stendur frammanfyri Rubert Murdoch, ið mest sum kollvelti bæði enskan og altjóða fótbólt, tá SkySport fyri fleiri milliardir ognaði sær sendirættindini til Premier League.

 

Tann spælarin, sum stendur ovastur á listanum, er Eric Cantona, sum varð keyptur av júst Sir Alex miðskeiðis í 92/93 kappingarárinum.

 

Ikki óvæntað eru tað persónar úr Manchester United, Arsenal og Chelsea, sum seta sín dám á listan, sum tó eisini telur ein persón, sum als ikki hevur verið virkin í Premier League. Tað er nevnliga Jean-Marc Bosman. Belgiski fótbóltsspælarin vann í 1995 eitt drúgt trætumál, og úrslitið av hesum gjørdist sonevndi Bosman-dómurin, sum bar við sær, at spælarar hava frítt at skifta felag, tá sáttmáli teirra gongur út.

Top 10 á listanum hjá Daily Mail sær annars soleiðir út:

1. Alex Ferguson

2. Rupert Murdoch

3. Eric Cantona

4. Arsène Wenger

5. Richard Scudamore

6. Jean-Marc Bosman

7. David Beckham

8. Roman Abramovich

9. José Mourinho

10. David Dein