Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, var spinnandi óður tá turkiski dómarin í gjár gav Nani beinleiðis reytt kort. Hann var so óður, at hann sendi hjálparvenajran til tíðindafundin.
- At eg siti her fyri hann sigur nokk sum mest.
Orðini eigur Mike Phelan, hjálparvenjari hjá Manchester United. Hann segði, at Sir Alex Ferguson var so óður eftir dystin, at hann ikki sá seg føran fyri at tosa um hendingina.
- Tað er ein uppøstur stemmningur í skiftirúminum. Við kendu á okkum, at vit høvdu lagt røttu spæliætlanina so leingi støðan var 0-0. Tá høvdu vit tað úrslitið vit skuldu brúka. Vit koma út til seinna hálvleik og leggja okkum á odda, men so broytist dysturin, segði Mike Phelan.
Tað var eftir 56 minuttir, at Nani fekk beinleiðis reytt kort tá hann royndi at temja ein høgan bólt, men endaði við at bresta saman við Alvaro Arbeloa. Tað er ongin ivi um, at Nani rakti Real Madrid verjuspælaran, men sjónbandamyndirnar vísa eisini, at Nani ikki hevur eyguni eftir Arbelona, men bara á bóltinum.
- Tað er ein ótrúlig avgerð. Móti Real Madrid er tað torført at klára seg við tíggju monnum, serliga í einum so týðandi dysti. Eg trúgvi ikki, at Sir Alex Ferguson er í standi til at hava ein vanliga samrøðu við dómaran um reyða kortið. At eg siti her fyri hann sigur nokk sum mest, segði Mike Phelan.
Graham Poll, ið er fyrrverandi dómari í Premier League umframt at hava dømt fleiri altjóða dystir, sigur seg skilja turkiska dómaran, tí linjan sum UEFA setur er væl harðari enn í Premier League.
Manchester United tapti dystin 2-1 fyri Real Madrid, sum vann samanlagt 3-2. Real Madrid er sostatt víðari til fjórðingsfinaluna í Champions League.