Sir Alex: Orsaka tit

Venjarin hjá Manchester United var ikki blíður eftir at liðið hjá honum í gjár tapti móti Crystal Palace úr næstbestu deildini í Carlig Cup kappingini. Eftir dystin bað Sir Alex Ferguson áskoðararnar orsaka fyri vánaliga avrikið.

 

- Vit spældu ikki sum Manchester United í dag og eg má biðja áskoðararnar um orsaka, segði ein misnøgdur Sir Alex Ferguson við Sky Sports eftir dystin, sum endaði við 2-1 sigri til Crystal Palace eftir longda leiktíð.

 

Crystal Palace kom á odda í seinna hálvleiki við dundurskoti frá Darren Ambrose. Fyrrverandi Manchester United liðskiparin, Gary Neville, segði við Sky Sports, at málið var eitt tað besta hann hevur sæð nakað mótstøðulið skorað á Old Trafford í 20 ár.

 

Ferdrico Macheda javnaði løtu seinni við brotssparkið, sum varð gjørt móti honum. Longd leiktíð mátti til fyri at finna eina vinara. Glenn Murray gjørdist stóra hetjan, tá Crystal Palace átta minuttir inn í longdu leiktíðina legði gestirnar úr næstbestu deildini á odda við stútara. Manchester United trýsti tað sum eftir var, men megnaði ikki at fáa útjavnandi málið.

 

Bæði liðini fingu fleiri skaðar í dystinum. Fyri Manchester United máttu tvíburarnir, Fabio og Rafael Da Silva, umframt Dimitar Berbatov av vøllinum við skaðum. Ein spælari, sum hevur fingið nógv rós fyri sítt avrik á Old Trafford er Crystal Palace vongurin, Wilfried Zaha, sum vísti góðan bóltførleika í fleiri førum.

 

Carling Cup hálvfinalur:

 

Crystal Palace – Cardiff

Manchester City – Liverpool

Fyrri dysturin verður 9. januar og returdysturin 23. januar.