- Drongurin hevur ein trupulleika, hann vil ov gjarna spæla hóast hann hevur skaðar. Tað er eitt gott lyndi hjá einum fótbóltsspælara at hava, men í dagsins fótbólti við nógvum dystum í stuttum tíðarskeiðum, krevur at spælarar hugsa um likam og skaðar, sigur venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson um Wayne Rooney.
Wayne Rooney hevur drigist við skaðar og trupulleikar í privatlívinum í seinastuni. Manchester United er á vitjan hjá Sunderland í dag, men tað verður uttan Rooney.
- Rooney trenaði í gjár og hann vil sleppa at spæla, men eg má taka hædd fyri, at hann hevur havt fleiri skaðar í seinastuni, sigur Sir Alex Ferguson við útvarpsstøðina Key103 skrivar soccernet.
Soccernet skrivar eisini, at Sir Alex hevur valt Michael Owen og unga Frederico Macheda at byrja inni í álopinum í dag.