Sir Alex stuðlar José Mourinho

Sir Alex Ferguson heldur tað verða skeivt at siga José Mourinho úr starvi

Gamli Manchester United venjarin, Sir Alex Ferguson og núverandi venjarin hjá Chelsea, José Mourinho eru gamlir vinmenn, og nú Chelsea er í ringum skørum ringdi Sir Alex til Mourinho fyri at stuðla honum.

 

Við enska blaðið "Daily Mirror" sigur Sir Alex, at tað hevði verið ringur stílur hjá leiðsluni í Chelsea FC at givið José Mourinho sekkjin: - Roman Abramovic hevur sagt so nógvar venjarar úr starvi tey seinastu 10 árini, at eg eri vísur í, at hann hevur lært av tí nú. Hann má bara líta á, at José megnar at venda gongdini. Tað er meiningsleyst at siga venjarar upp í heilum. José hevur vunnið Champions League tvær ferðir, og hann hevur vunnið meistaraheitið í hvørjum landi har hann hevur verið venjari. Hann hevur snøgt sagt vunnið øll tey stóru steypini. At sekkja Mourinho hevði verið rein idioti. Tá hevði verið talan um ringa leiðslu, sigur Sir Alex við Daily Mirror.

 

Nógvir enskir miðlar vænta annars, at vinnur José Mourinho ikki á FC Porto mikukvøldið, so fær hann sekkjin, sum høvuðsvenjari hjá Chelsea.