Tað hevur eydnast væl hjá føroysku luttakarunum, sum í hesum døgum luttaka í heimsmeistaraskapinum fyri karaoke.
Við sangunum You Oughta Know hjá Alanis Morissette og It's Oh So Quiet hjá Björk hevur Siri Sørensen sungið seg í finaluna, sum verður í annaðkvøld.
Siri Sørensen, sum ivaleyst man vera best kend sum blaðstjórin á Kvinnu, so hevur hon áður roynt seg sum sangarinda í bólkinum Ipkiss, umframt at hon vann Ársins Songrødd í 1994.
Hallur Andreasen, sum er hin luttakarin í føroyska ferðalagnum, royndi seg við The Man Who Can't Be Moved hjá The Script og Zombie hjá Bad Wolves. Tá atkvøðurnar vórðu taldar saman, varð Hallur tó ov stuttur og rakk ikki í finaluna.
Siri Sørensen og Hallur Andreasen eru tó í finaluni fyri duetir, har tey fara at syngja I've Had The Time Of My Life hjá Bill Medley og Jennifer Warnes.
Tá Siri Sørensen fer á pallin í morgin til einstaklingafinaluna fer hon at syngja Stop! hjá Sam Brown.
WKC, ella World Karaoke Championship, verður í ár hildið í Tokyo í Japan. Til ber at fylgja við føroyska ferðalagnum á Facebook síðuni Karaoke Føroyar, har tey liggja út myndir og video frá ferðini.